Myndugleikar og stovnar

Varðveiting tryggjar rættartrygd

Tjóðskjalasavnið varðveitir skjalprógvingina av arbeiðinum hjá almennu fyrisitingini, fyri at tryggja  atgeingi til skjalprógvingina av Føroya søgu.

Arbeiðið byggir á skjalasavnslógina og galdandi kunngerðir og rundskriv.

Avhending til Tjóðskjalasavnið​

Tjóðskjalasavnið ráðgevur, hevur eftirlit og tekur ímóti pappírsskjølum og dátum frá almennum myndugleikum.

Almennir stovnar hava skyldu at avhenda skjalatilfar til Tjóðskjalasavnið, tá ið tað ikki longur er í dagligari fyrisitingarligari nýtslu, á viðkomandi stovni.

Avhending fevnir bæði um samgilt og talgilt tilfar.

Samgild skjøl

Samgild skjøl eru skjøl á pappíri, sum almennir myndugleikar framleiða og umsita í sambandi við sítt virksemi. Tey kunnu vera brøv, málsskjøl, fundarfrásagnir, tekningar, kort og annað tilfar, sum hevur fyrisitingarligan, rættarligan ella søguligan týdning.

Tjóðskjalasavnið veitir ráðgeving um skipan, goymslu og avhending av samgildum skjølum.

Talgild skjøl

Talgild skjøl eru upplýsingar og skjøl, sum verða skapt, umsitin og goymd í talgildum skipanum. Hetta kann vera skjøl í málsviðgerðarskipanum, dátugrunnum, journalskipanir, teldupostur og annað talgilt tilfar.

Tjóðskjalasavnið veitir ráðgeving um langtíðarvarðveiting, krøv til skipanir og avhending av talgildum skjølum.

Uppgávan hjá myndugleikum

Varðveit skjøl

Myndugleikar hava ábyrgd av, at skjøl og skrásetingar verða varðveittar á tryggan hátt.

Umsit KT-skipanir

Kt-skipanir skulu skipast og varðveitast samsvarandi galdandi reglum.

Avhenda tilfar

Skjøl og skrásetingarskipanir skulu avhendast til Tjóðskjalasavnið.

Spurningar?

Set teg í samband við avhendingartoymi.

Poul Andrias Simonsen

Skjalavørður

Talgildar avhendingar Eftirlit

Rosa Jacobsen

Skjalahjálpari

Samgildar avhendingar Skráseting 

John Kjær

Skjalavørður

Samgildar avhendingar Skráseting