Samgild skjøl eru skjøl á pappíri, sum almennir myndugleikar framleiða og umsita í sambandi við sítt virksemi. Tey kunnu vera brøv, málsskjøl, fundarfrásagnir, tekningar, kort og annað tilfar, sum hevur fyrisitingarligan, rættarligan ella søguligan týdning.
Tjóðskjalasavnið veitir ráðgeving um skipan, goymslu og avhending av samgildum skjølum.