Borgarar og granskarar

Gransking og Skjalasavn

Í varðveitslu hevur Tjóðskjalasavnið skjøl frá umleið ár 1300 og fram til dagin í dag.

Mongdin av skjølum svarar til fleiri enn 7 hillakilometrar – til samanberingar er tað sama frástøða, sum at koyra úr Hoydølum og til Sundsverkið, inni á Sundi.

Atgeingi til skjøl

Tjóðskjalasavnið hevur m.a. til endamáls at tryggja, at einstaklingar og myndugleikar kunnu fáa atgeingi til søgulig skjøl á skipaðan hátt.

Tó ber ikki altíð til at fáa atgeingi til øll skjøl, tí tey koma undir serligar reglur um atgeingi. Reglurnar eru millum annað gjørdar fyri at verja privatlívið hjá einstaklingum.

Vanligu atgeingisfreistirnar eru:

  • Persónsmál: 80 ár
  • Onnur skjøl: 30 ár
 

Persónsmál eru skjøl, sum innihalda privatar upplýsingar hjá einstaklingum. Eitt nú kirkjubøkur, faðirskapsmál, starvsfólkamál, ættleiðing, fólkateljingar, rættarmál og so framvegis.

GG: Persónsmál eru alment atgongd 80 ár eftir at málini eru endaði.

Stovnurin ella myndugleikin, ið avhendar til Tjóðskjalasavnið, kann saman við Tjóðskjalasavninum áseta eina longri freist, um serlig viðurskifti gera seg galdandi.

Á sjálvgreiðsluni hjá Tjóðskjalasavninum á Vanganum, kanst tú søkja um atgeingi til ikki alment tilfar.
Á sjálvgreiðsluni hjá Tjóðskjalasavninum á okkara heimasíðu, kanst tú umbiða tilfar, ið tú fær atgongd til á lesistovu okkara.

Vælkomin á lesistovuna

Øll kunnu vitja lesistovuna hjá Tjóðskjalasavninum og arbeiða við skjalatilfari okkara, eitt nú kirkjubókum, fólkateljingum, mynstringarlistum, journalum og øðrum.

Upplatingartíðir

Týsdag – hósdag:

kl. 12:00-16:00

Umbið tilfar

Umbið tilfar til lesistovu, og fá boð tá tilfarið er klárt

Les meiri
Hentleikar