Brúgvin millum fortíð, samtíð og framtíð
Søgan um varðveiting av skjølum í Føroyum byrjar ikki á einum ávísum degi ella einum ávísum staði. Skjølini hava ferðast gjøgnum tíðina sum vitni um lív, vald, gerandisdag og samfelagsbroytingar í Føroyum.
Hvørt skjal er eitt petti av eini størri frásøgn, og saman mynda tey okkara felags minni og samleika. Tað er okkara skylda fyri samfelagnum, og ikki minst tí einstaka borgaranum, at fyrisitingarlig skjøl verða varðveitt. Hvør einstakur hevur eina søgu, og kunnu varðveitt skjøl vera lykilin, ella seinasti prikkurin ið manglar í putlispælinum.
Í dag stendur Tjóðskjalasavnið sum ein brúgv millum tað, sum var, tað, sum er, og tað, sum skal koma. Á hillum, í eskjum, í talgildum skipanum, kortum, myndum og filmum liggur minni landsins varðveitt. Alt frá Seyðabrævinum og tingbókum, til nútímans talgildar avhendingar, og alt har í millum.
Søgan um Tjóðskjalasavnið er lýsing av, hvussu føroysk skjalavarðveiting stig fyri stig er vorðin savnað, skipað og ment gjøgnum tíðina. Frá eldri frásagnum um landsins tingbøkur á tinghúsloftinum, til Leigubúðina í Havn og fram til dagin í dag. Eitt skjalasavn ið framvegis er í broyting, men altíð við sama endamálið, at:
Tjóðskjalasavnið varð stovnað í 1932 undir navninum Færø Amts Arkiv. Í føroyskum høpi er talan tí um ein stovn við longum lívi – ein stovn, sum hevur fylgt samfelagnum gjøgnum stórar broytingar og varðveitt sporini eftir teimum. Men røturnar til Tjóðskjalasavnið røkka væl longur aftur í tíðina, enn 1932. Vit vita, at í tíðarskeiðnum frá 16. til 18. øld varðveittu myndugleikarnir hvør sær tey skjøl, sum hoyrdu til teirra egna skjalasavn. Hvussu langt aftur hesi søvn upprunaliga ganga, er ikki vist. Eldri frásagnir benda tó á, at skjøl hava verið varðveitt í Føroyum í hvussu so er síðan miðskeiðis í 16. øld. Í 1673 skrivaði Lucas Debes, at skjøl høvdu ligið í landsins skríni í 100 ár, men at tey tá vórðu rænd. Góð hundrað ár seinni, síðst í 18. øld, skrivaði Jens Christian Svabo, at tingbøkurnar lógu í eini kistu á tinghúsloftinum.
Í 1859 vórðu fleiri skjalasøvn savnað í gomlu Leigubúðini í Havn. Avgerðin varð tikin, tí Leigubúðin skuldi brúkast sum “Opbevaringssted for Landets offentlige Arkiver” – eitt felags varðveitingarstað fyri almennu skjalasøvnini í landinum. Ein av orsøkunum var, at Hin Kgl. Einahandilin, sum varð avtikin í 1856, læt eitt stórt og rúgvumikið skjalasavn eftir sær. Eingin almennur stovnur hevði tó hóskandi rúm til hetta tilfarið. Tí varð peningur játtaður til at innrætta Leigubúðina til bæði fútaskrivstovu og skjalasavn hjá fútanum, sorinskrivaranum og tí avtikna einahandlinum, til fútin og sorinskrivarin fingu nýggj embætishús í 1899. Tá var rúm til síni egnu skjalasøvn, men skjalasavnið eftir Kgl. Einahandilin varð tá sent á Ríkisskjalasavnið í Keypmannahavn, ið ivaleyst bjargaði stórum parti av skjalasavninum. Men samstundis avgjørdi danska Ríkisskjalasavnið at vraka partar av skjalasavninum, millum annað kontrabøkur og líknandi tilfar.
Tá føroyska skjalasavnið varð sett á stovn í 1932, undir navninum Færø Amts Arkiv, flutti skjalasavnið inn í nýbygdu bókasavnshúsini á Debesartrøð í Tórshavn, saman við Amtsbókasavninum og Forngripagoymsluni. Tey fyrstu 20 árini var skjalasavnið ein ríkisstovnur. Men tann 12. november 1951 legði landsstýrið uppskot um nýggja lóg um Landsskjalasavn og Landsbókasavn fyri tingið. Tvær vikur seinni samtykti løgtingið lógina, sum kom í gildi 1. januar 1952. Við hesum varð skjalasavnsvirksemið lagt á føroyskar hendur.
Í sambandi við yvirtøkuna fekk stovnurin nýtt navn: Føroya Landsskjalasavn. Stovnurin hevði høvuðssæti í bókasavnshúsunum á Debesartrøð fram til 1974. Tá flutti stovnurin inn í høli í V.U. Hammershaimbsgøtu 11, har eisini Heilsufrøðiliga Starvsstovan heldur til. Í 1990 varð ein formlig avtala gjørd um skjøl hjá ríkisstovnum í Føroyum. Avtalan millum Føroya landsstýri og danska forsætismálaráðið ásetti, at skjøl hjá ríkisstovnum í Føroyum – við undantaki av hernaðarskjølum – skuldu avhendast Landsskjalasavninum, og at landsskjalavørðurin skuldi hava eftirlit við teimum. Samstundis skuldu somu reglur fyri skjøl verða galdandi, sum fyri samsvarandi skjøl í Danmark, og somuleiðis var avtalan treyta av, at Føroyar fingu skjalasavnslóggávu, ið skuldi samsvarað við donsku lóggávuna. Løgtingslóg nr. 49 frá 28. apríl 1992 um Føroya Landsskjalasavn varð sett í gildi.
Frá 1. januar 2011 gjørdist Føroya Landsskjalasavn partur av nýggja stovninum Søvn Landsins. Endamálið var at savna fleiri mentanararvsstovnar undir eina felags yvirskipaða fyrisiting hjá Mentamálaráðnum. Undir hesi skipan vóru Føroya Landsskjalasavn, Føroya Landsbókasavn, Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiliga Royndarstøðin. Skipanin royndist tó ikki sum ætlað, og í februar 2017 gjørdi Løgmansskrivstovan av at leggja felags fyrisitingina niður. Uppgávurnar vórðu síðani býttar aftur í stovnar, at savna seg um einstøku fakligu økini. Úr hesum komu stovnarnir, vit kenna í dag: Tjóðskjalasavnið, Landsbókasavnið og Tjóðsavnið, sum fevnir um Fornminnissavnið og Náttúrugripasavnið.
Í 2018 varð lógargrundarlagið hjá Tjóðskjalasavninum broytt. Hetta var gjørt við Løgtingslóg um skjalasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 30. apríl 2018. Broytingin hevði við sær at skjalasavnsøkið var skipað til, eisini at fevna um talgild skjøl og talgildar skrásetingarskipanir.
Sama ár skifti Føroya Landsskjalasavn navn og gjørdist Tjóðskjalasavnið.
Í dag heldur Tjóðskjalasavnið til í fleiri hølum í Tórshavnar kommunu. Høvuðsskrivstovan er í gomlu Postmeistarahúsinum á V.U. Hammershaimbsgøtu 18, meðan lesistovan er í V.U. Hammershaimbsgøtu 11 kj. Harumframt hevur stovnurin trýggjar goymslur til bæði samgilt og talgilt tilfar, umframt verkstøð til at taka ímóti, testa, skráseta og skipa avhendingar.